40 ross kappast um FM í Marknagili

40 ross kappast um FM í Marknagili

Nógv ár síðani at so nógvur spenningur hevur verið um FM heitini, kl 14 í dag skal avgerðast hvør vinnir fýra FM heitir

Av teimum fimm FM greinum í kappríðing, er bara tann eina avgjørd áðrenn heystkappríðinga, sum verður í Markangili í dag kl. 14. 

Í Tølt er tað Brynjar við Regini Johannessen á baki, sum kappast móti Óðin hjá Marneri Joensen.Undan kappingina í dag hevur Brynjar hevur 17 stig og Óðin 16. Í Skeið er Høttir sum Hildigarð D. Hansen ríðir á odda við 15 stigum, tey kappast um FM við Syrpu ið hevur 14 stig, Bárður Johannessen ríðir Syrpu. Travkappingin er sum tann einasta avgjørd, har er Grettir hjá Sjúrða Holm FM vinnari, Kristfríð D. Jacobsen ríðir Grett í dag. 

Tvíspor ung kappingin er sera spennandi, har er Urd við Silju G. Eystberg á odda, tær hava 19 stig, tær kappast móti FM vinnaranum frá í fjør Silfu, sum Ása Bárðadóttir ríðir, tær hava 17 stig. Kapping er her eisini um triðja plássið, har kappast Blíður við Beintu Niclasen móti Tindi við Ranju K. Halsdóttir Djurhuus á baki, Blíður hevur 8 stig og Tindur 7. 

Tvíspor l flokkur skal eisini avgerast í dag, har er eisini ein rein FM finala. Føroyameistarin frá í fjør, Freyr sum Anna Magnusen ríðir hevur 17 stig og skal í dag kappast móti Svonnu sum Barbara Chaparo á baki, tær hava 15 stig. 

Stigatalvan í kappríðing er gjørd soleiðis at vinnarin far 7 stig og nummar tvey 5 stig, so í øllum hesum kappingum er talan um reinar finalur, har tann ið vinnur á degnum gerst FM vinnari.

Annars er hugaligt at síggja so nógv ross til kapping, serliga hugaligt er at nýggja kappingaøkið Eysturoy, er so væl umboða. 10 av rossunum koma úr Eysturoynni.   

29-08-2020 08:53