Barbara og Svanna vunnu FM í tvíspor

Barbara og Svanna vunnu FM í tvíspor

Aftaná eitt sera spennandi kappingarár, avgjørdi Barbara Chaparro og Svanna FM til teirra fyrimun. Hetta merkir at Barbara Chaparro kemur at ganga fremst, tá ólavsøkan 2021 verður sett. 

Tað var háspenningur í luftini áðrenn seinasti riðilin á breytini í Marknagili í gjár. talan var um eina reina FM finalu í tvíspor. Aftaná eina laka byrjan uppá kappingarárið við Leynavatn, hevði Svanna, ryssan hjá Hans Paula Poulsen, tikið seg nógv framm, og á degnum stóð hon saman við ryttaranum Barbara Chaparro, við møguleikanum, sjálv at kunna avgerða FM. 

Men mótstøðan var ikki eingin, verandi FM vinnarin Freyr, við Onnu Magnusen stóð í hinari startboksini, nú FM skuldi avgerðast á 500 metra breytini í Marknagili. Rossini byrjaði eisini bæði væl, men tá tey komu oman móti málinum og áskoðarinum, sást at Svanna hevði hug at leggja seg á odda, tá tey so koma oman á slættan, gjørdi Svanna og Barbara Chaparro bart og tóku avgerðandi fetini sum avgjørdi FM til teirra fyrimun. 

Tíðin hjá Svonnu var 35,87 sek og Freyr hevði 36,23 sek. Hetti merkti at FM heitið í Tvíspor flutti innan av Lamba og til Havnar. Hjá Barbara Chaparro man hetta eisini vera ein serlig løta, hetta er fyrsta árið hon roynir seg á hægsta stigið, tá ein so endar við at gerast føroyameistari, tá kann ikki sigast annað, enn at tað er væl avrikað. 

30-08-2020 10:31