FLUTNINGUR FYRI UNG TIL VÁGAR

FLUTNINGUR FYRI UNG TIL VÁGAR

Um ung hava áhuga og tørv fyri rossaflutningi, ber hetta nú til.

Næsta FM kappríðingin í hesum kappingarárinum verður komandi leygardag, ofta noyðast tey ungu tó at setast aftur av tí at tey ongan flutning hava. Hetta roynir Ríðisambandið nú at bøta um. 

Tí er møguleiki nú hjá ungum at fáa ókeypis flutning til rossini úr Havnardali og vestur í Vágar. Koyrt verður vestur leygarmorgun og heim aftur aftaná kappingina. Um pláss eru tøk í vogni kunna onnur ross koma við. 

Fyri meira kunning ber til at ringja til Brand á tlf. 511618.  

26-06-2019 12:30