FREYR OG ANNA ÚR LAMBA VUNNU KAPPINGINA VIÐ LEYNAVATN

FREYR OG ANNA ÚR LAMBA VUNNU KAPPINGINA VIÐ LEYNAVATN

AFTANÁ AT HAVA LIGIÐ AFTANFYRI MESTSUM ALLAR 250 METRARNAR, EYÐNAÐIST TAÐ ONNU OG FREYR AT VINNA Á SJÁLVARI MÁLSTRIKUNI

Sum vant gjørdist kappríðingin við Leynavatn sera jøvn. stutta og sermerkta breytin leggur upp til at riðlarnir gerast javnir og harvið spennandi. So var eisini í ár, hóast luttøkutalið í tvíspor kundi verið frægari, fingu mongu áskoðarirnir eina sera góða og undirhaldandi seinnapart við Leynavatn. 

Serliga kappingin í Tvíspor vaksin var sera spennandi, føroyameistarin frá í fjør, Svanna við Hans Paula Poulsen var í næstseinasta riðli og vann eftir ein spennandi tvídyst móti Urd við Geir Wardum á baki, tíðin hjá teimum var tó ikki betri enn næstbest, so nú var lagt upp til at rossini í seinasta riðlinum skuldi dystast um fyrsta plássið. Tey vóru Marengo við Regini Johannessen á baki og Freyr við Onnu Magnussen. Hesi bæði rossini vóru eisini tey sum alt seinasta ár dystaðust við Svonnu um FM. Riðilin gjørdist eisini sera spennandi, Marengo fekk ein kanónstart og sá út til at skula kunna taka sigurin, men Freyr gav ikki upp og sum teinurin leið vant hann seg inn á Marengo, fyri síðani á seinstu 20 metrarnar at gera ein ordans vørr og yvirhála Marengo og vinna bæði riðil og kappingina á degnum. Freyr og Anna Magnussen eru úr Lamba og er tað sjálvsamt at ross úr Eysturoynni vinna FM kappingar, hetta er tó hugaligt og gott fyri ítróttina.   

Freyr átti tó ikki bestu tíðina hendan dagin, hana áttu Silfa og Ása Bárðadóttir úr Tórshavn, tey luttøku í Tvíspor ung og var teirra tíð eitt hálvt sekund betri enn tíðin hjá Freyr. tey vunna Tvíspor ung, har Ranja K. Halsdóttir Djurhuus á Blíða gjørdist nummar tvey og Hanna Sigtórsdóttir á Píl nummar trý. 

Skeiðkappingina vann Bárður Johannessen á Syrpu, Brandur í Dali á Sinu var nummar tvey og Rógvi S. Holm á Tyrlu nummar trý. Trav vann Grettir við Kristfríð D. Jacobsen á baki, nummar tvey var Freyr og Birita Lútzen og nummar trý Lotta og Kristina M. Fjallstein.  Aftaná FM kappingina var skipað fyri stuttleika kapping, hana vann Silja Geirsdóttir Eystberg á Urd, nummar tvey var Ranja K. Halsdóttir Djurhuus á Blíða og nummar trý Elisabeth Niclasen á Sinu

16-06-2019 11:56