KNÚT OG KÁRI GJØRDU SLÆTT BORÐ

KNÚT OG KÁRI GJØRDU SLÆTT BORÐ

NÝGGJI HESTURIN HJÁ KNÚT LÚTZEN KAPPAÐIST FYRI FYRSTU FERÐ HETTA VIKUSKIFTIÐ OG UM HENDAN KAPPINGIN ER EFTIRFARANDI, SO VERÐUR HANN SANNUR FONGUR HJA EIGARANUM

Uttandurakapping 3 hevur verið á skrá hetta vikuskiftið, kappingin var sermerkt við at summi ross ikki vóru við og at fleiri nýggjir vinnarar vóru. Serliga áhugavert var tó at síggja nýggja hestin hjá Knút Lútzen, Kára frá Ásbrú. Hesin hesturin er nýligani komin úr Íslandi og kappaðist nú fyri fyrstu ferð her á landi. 

Vónurnar vóru góðar til hestin, sum skuldi eitast at vera sera góður, og ikki kann sigast annnað enn at hann livdi upp til vónirnar. Kári gjørdi slætt borð, vann har hann var við og serliga í skjóta tøltinum í T1 finaluni vísti hann sannan karakter og at hann er eitt ross man skal halda eyga við framyvir. Umframt T1 vunnu Kári og Knút eisini fjórgongdina

Gylling og Klæmint T. Myllhamar høvdu eisini eina góða kapping, tey vunnu skeiðkappingina mikudagin og krúnaðu eitt gott vikuskiftið við at vinna fimmgongdina. Aðrir vinnarar vóru V5 ung, Elma Laksafoss á Anga - V5 vaksin Óluva á Lofti á Kopar - T7 ung Elma Laksafoss á Anga - T7 vaksin Gunnar Justinussen á Byrnir 

23-06-2019 12:20