Kunning um FM kappingar í summar

Kunning um FM kappingar í summar

Á fundi í gjár, gjørdi ein meiriluti í nevndini í Ríðisamband Føroya av, at FM kappingar kunna byrja aftur í viku 23,. Tað er fyrsta vikuskiftið í juni mánaði.

Avgerðin er treytað av at øll tilmæli eru í lagi og at Covid-19 virusi ikki tekur dyk á seg aftur - Í fyrstu syftu verður talan um gongulagskappingar hjá Føroyskum Íslandsrossafelag - Kappríðingarnar byrja so eftir ætlan í juli mánaði. 

Nærri skrá kemur seinni - Nevndin í Ríðisambandinum takkar øllum reiðfólkum, at tit hava verið so tolin meðan vit hava tingast um at koma til hetta úrslit - Vónandi skilja tit at nógv atlit skulu takast í tílíkari tilgongd. Samstundis vilja vit ynskja tykkum eitt gott kappingarár

Við rossakvøðu - Nevndin í Ríðisamband Føroya

02-05-2020 11:18