Nina skal eisini menna ungu reiðfólkini komandi árið

Nina skal eisini menna ungu reiðfólkini komandi árið

Nevndin í Ríðisambandinum hevur gjørt avtalu við Ninu Brockie Hansen, at hon heldur fram í parttíðarstarvinum sum ungdómsmennari

Tá tey seinasta vetur løgdu til brots við ungdómsmenning í ríðisambandinum, so var tað nakað ið skuldi byggjast upp frá botni. Brandur í Dali, formaður í sersambandinum hjá reiðfólkinum, sigur at nevndin hevur nú, saman við ungdómsmennarinum eftirmett farna árið, og var stór semja um at hetta var nakað sum ikki mátti detta niðurfyri. 

Tí hevur nevndin avtalað við Ninu Brockie Hansen at hon eisini komandi árið, skal standa á odda fyri hesum sera umráðandi arbeiðinum. Brandur í Dali sigur at tey meta seg hava lært nógv hetta fyrsta árið og at tað nú snýr seg um at bøta um summi ting, soleiðis at ungdómsmennanarin fær bestu karmarnir at arbeiða í. 

 

 

25-11-2019 21:50