ÓKEYPIS FLUTNINGUR TIL KAPPINGAR !

ÓKEYPIS FLUTNINGUR TIL KAPPINGAR !

Í fjør gjørdi RF eina roynd at flyta ross millum kappingarøkini í Vágum og Tórshavn, tá kappingar vóru. 
Í ár er so viðtikið at hetta skal vera eitt fast tilboð til FM kappingar, hetta er fyrst og fremst ætla okkara ungu reiðfólkum, men um pláss eru tøk, so ber sjálvsagt til hjá øðrum at sleppa við.

 

Hugsjónin við hesari ætlan, er at sleppa reiðfólkum undan so nógvum kostnaðum sum gjørligt, serliga teimum ungu. Tað er nóg dýrt sum er, at eiga ross og vóna vit við hesum at fáa fleiri til kappingar.

Fyribils er hetta bert galdandi millum Vágar og Tórshavn har tey flestu rossini eru, men um hetta eyðnast nóg væl, verður tilboð møguliga víðka til onnur økir.
Vil tú hava ross títt flutt til kapping, ber til at senda eini boð her, ella at ringja á tlf. 511618.

21-04-2019 08:56