ÓKEYPIS FLUTNINGUR TIL UNG TIL KAPPRÍÐING VIÐ LEYNAVATN

ÓKEYPIS FLUTNINGUR TIL UNG TIL KAPPRÍÐING VIÐ LEYNAVATN

Um ung hava áhuga og tørv fyri rossaflutningi, ber hetta nú til. 

Fyrsta FM kappríðingin í hesum kappingarárinum verður komandi leygardag, ofta noyðast tey ungu tó at setast aftur av tí at tey ongan flutning hava. Hetta hevur Ríðisambandið nú sett sær fyri at bøta um. 

Tí er møguleiki nú hjá ungum at fáa ókeypis flutning til rossini úr Vágum og Havnardali til Leynavatn. Koyrt verður antin fríggjakvøld ella leygardag og heim aftur aftaná kappingina. Um pláss eru tøk í vogni kunna onnur ross koma við. 

Fyri meira kunning ber til at ringja til Brand á tlf. 511618.  

09-06-2019 21:46