Reiðfólk taka ábyrgd

Reiðfólk taka ábyrgd

Tilmæli í samband við Covid-19 - hetta er gjørt í samstarvið við feløgini og heita vit á øll reiðfólk at virða tilmæli. 

Tilmæli frá Ríðisamband Føroya í samband við Covid 19 - Galdandi fyribils til 15 apríl  

1 Allir hallir hjá ríðifeløgum skula avmarkast til at max 5 fólk kunna vera inni um somu tíð.- hetta er sambært tilmæli frá Heilsumálaráðnum (Coronalinjan)

2 Nevndirnar í feløgunum kunna í serligum førum, grunda á djóravælferð gera undantøk

3 Øll innandura undirvísing, eisini privatundirvísing skal avlýsast um hon ikki kann lúka treytirnar í pkt. 1

4 Ongantíð meira enn 10 fólk í fjósum - Um neyðugt ber til at gera skema

5 Uttanifrá komandi fólk sum djóralæknar o.a. - Avlýs alt sum ikki er akutt ella er grunda á djóravælferð

Reiðfólk taka ábyrgd 

Til 15/4 ella ella til hetta tilmæli verður strikað hava vit reiðfólk stóra ábyrgd at gera okkara til at:

-  Virða krøv og tilmæli hjá myndugleikunum og gera okkara til at minka um útbreiðsluna av Korona virus 

- Tryggja djóravælferð og at djórini vera ansaði uppá bestan mun.

- Ríðisamband Føroya heitir á ØLL reiðfólk, feløg og fólk við egnum fjósum at taka ábyrgd . 

- Vit heita staðiliga á reiðfólk um at virða hetta og ikka at leggja trýst á nevndirnar um at gera óneyðug undantøk

- Hetta tilmæli er gjørt við atliti til bæði djóravælferð, ikki øll ross tola at standa fyri einki og samstundis vilja vit gera okkara fyri at halda tilmæli frá myndugleikunum

Ríðing á breyt og í haga

Tilmæli frá myndugleikanum loyvir í avmarkaðan mun uttandura ítrív, so sum renning og t.d. ríðing.

Hetta merkir at til ber at hava einaundirvísing á breyt úti og ríðing í haga í sera smáum bólkum (max10)  Í báðum førum skal atlit takast til neyðuga fjarstøðu millum fólk

Ivast tú um tú kanst gera okkurt: Lat so vera !

Vit kunna sjálvsagt ikki lóggeva um nakað, vit koma heldur ikki at spæla løgregla hjá feløgum og teirra limum. Men vit heita inniliga á reiðfólk um at taka atlit og ábyrgd, soleiðis at vit kunna koma so væl sum gjørligt gjøggnum hetta.

Meginreglan fyri okkara atburð á felagsøkjum man vera hendan: Ivast tú um tú kanst gera okkurt, lat so vera !



23-03-2020 13:03