REIÐFÓLKINI VELJA SOMU NEVND

REIÐFÓLKINI VELJA SOMU NEVND

Á aðalfundi í dag, var øll nevndin í Ríðisamband Føroya afturvald. Teir eru frá vinstru Símun Skaalum, nevndarlimir, Jón Nónklett, tiltakslimir, Brandur í Dali, formaður og Zacharias R. Jacobsen, næstformaður.

Einasta broytingin í nevndini, er at Sleipnir. nýstovnaða reiðfelagið úr Eysturoynni fekk valt teirra fomann sum tiltakslim í nevndini. 

Nevndin boðar annars frá í ársfrágreiðingini at hon fegnast um menningina innan ríðing í Føroyum og góðu úrslitini føroysk reiðfólk hava fingið í altjóða kappingum í 2019. 

19-07-2020 13:49