NEVND

FORMAÐUR 

BRANDUR Í DALI 

TLF. 511618

NÆSTFORMAÐUR

ZACHARIAS R. JACOBSEN

TLF. 211643

NEVNDARLIMUR

SÍMUN SKAALUM 

TLF. 243104

ONNUR ÁLÍTISSTØRV

UNGDÓMSMENNARI 

NINA J. BROCKIE HANSEN

TLF. 223333

TØKNI

OSVALD S. JOHANSSON

TLF. 230003

BÓKHALD OG GRANSKOÐAN

SPEKT 

                                        TLF. 343434

VIÐTØKUR

§ 1 Navn og heimstaður

Navn sambandsins er Ríðisamband Føroya , og heimstaðurin er Tórshavn.

§ 2 Sersamband

Sambandið verður skipað sum eitt ,,Sersamband” sambært Evstu lóg ÍSF’s kap. 4.

§3 Endamál

Endamálið er at fremja ríðing sum ítrótt í Føroyum og at vera stuðul hjá feløgunum í samtarvi
teirra millum. Umframt at umboða ítróttina á altjóða stigi og í altjóða og millumlanda samgongu
fyri ríðiítrótt.

§ 4 Limaskapur

Feløg, sum íðka ítrótt innan Ríðing, kunnu gerast limir sambært skrivligari umsókn til nevnd
sambandsins. Verður noktað umsøkjara limaskap, kann umsøkjari leggja spurningin um
limaskap fyri aðalfundin.

§ 5 Limaskyldur og -rættindir

Limir hava skyldu til at fylgja tí til hvørja tíð galdandi regluverki hjá sambandinum og annars at
fylgja teimum ásetingum og boðum, sum sambandið gevur limunum, herundir at gjalda tað
limagjald, sum er álagt limunum av sambandinum.
Hinvegin njóta limirnir øll tey rættindir, sum fylgja av limaskapinum, herundir at møta á aðalfundi
og at luttaka í øllum tí virksemi, sum sambandið fyriskipar.
§ 6 Uppsøgn

Limur kann siga limaskap sín upp við einum mánað freist til ein 1. í einum mánaði. Limur kann
eisini koyrast úr sambandinum, um limur grovt hevur forbrotið seg, herundir ikki hevur goldið
gjaldkomið limagjald í minsta lagi í eitt ár og brotið viðtøkur sambandsins. Limur, sum verður
koyrdur úr sambandinum, kann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan.
Hóast uppsøgn, bæði frá limi sjálvum og av sambandinum, heftir limur tó fyri gjaldkomið
limagjald fram til uppathald av limaskapinum.

§ 7 Aðalfundir

Aðalfundurin, sum verður hildin í heimstaði felagsins, er hægsti myndugleiki sambandsins.
Ársaðalfundur verður hildin, áðrenn Februar mðr. er farin. Nevndin innkallar til aðalfund við
skrivligari fráboðan til allar limir sambandsins við í minsta lagi 14 daga varningi. Mál, sum limir
vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 12 dagar undan aðalfundinum.
Mál frá limum, sum ikki eru send út saman við fundarinnkallingini, verða fráboðað limum skrivliga

í minsta lagi 8 dagar undan aðalfundinum, samstundis sum fráboðað verður, at fullfíggjað
uppskot liggja frammi til gjøgnumgongd á skrivstovu sambandsins somuleiðis 8 dagar undan
aðalfundinum.
Atkvøðurætt á aðalfundinum, við einari hvør hava feløgini – Um tað stendur á jøvnum, er
fomansatkvøðan avgerandi.
Starvsnevnd ÍSF ́s hevur møti- og talurætt á aðalfundinum og verður at innkallað til aðalfundar
eftir somu reglum sum omanfyri.

Fundarskráin á ársaðalfundi er henda:
1.Val av fundarstjóra
2.Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið
3.Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
4.Val av nevndarlimum og møguligum eykalimum
5.Val av formanni og næstformanni, val er millum fyrrvaldi nevndarlimir
6.Val av grannskoðara
7.Innkomin mál
8.Ymiskt
Fundarstjórin, sum kann vera nevndarlimur, ger av allar ivaspurningar á fundinum, herundir
eisini, hvussu atkvøðugreiðsla fer fram. Atkvøðast kann sambært fulltrú. Fundarstjórin ger av
gildi hennara.
Eykaaðalfundur verður hildin, tá nevndin heldur tað vera neyðugt, og eftir ynski frá minst helvtini
av limunum. Innkallingar- og framløgufreistir og mannagongd annars er tann sama sum á
vanligum ársaðalfundi.

§ 8 Nevndin

Felagið verður stýrt av einari nevnd, sum hevur tríggjar limir. Eykalimir kunnu veljast.
Nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár, soleiðis at annaðhvørt ár stendur ein, ávikavist tveir
nevndarlimur fyri vali.
Nevndin kann gera reglugerð fyri virksemi sínum.
Fer nevndarlimur frá í úrtíð, verður innkallað til eykaaðalfund til val av nýggjum nevndarlimi, um
eingin eykalimur er valdur.
Gerðabók verður førd fyri allar aðal- og nevndarfundir.

§ 9 Dómsnevndin

Dómsnevndin viðgerð kærur av avgerðum, sum nevnd sambandsins hevur tikið.
Samansetingin av dómsnevndini og viðgerðin fer fram sambært teimum til hvørja tíð galdandi
reglum fyri dómsnevndina innan ÍSF og viðgerð av kærum.
Heimilað er nevndini, at lata mál til Dómsnevndina hjá ÍSF
§ 10 Tekningarreglur

Felagið verður teknað av í minsta lagi tveimum nevndarlimum. Til keyp, sølu ella veðseting av
føstum ognum krevst bæði nevndar- og aðalfundarsamtykt.
§ 11 Heftilsi

Sambandið heftir bert fyri skyldum sínum við teimum til eina og hvørja tíð verandi ognum, sum
hoyra sambandinum til. Limirnir í sambandinum og nevndin hefta ikki persónliga fyri felagsins
skyldum, men bert við sínum limagjaldi.

§ 12 Roknskapur

Roknskaparár sambandsins er vanligt álmanakkaár. Roknskapurin verður grannskoðaður av
einum á aðalfundi valdum grannskoðara, sum hevur rætt at kanna felagsins bøkur og skjøl, tá ið
hann ynskir tað.

§ 13 Viðtøkubroytingar

Fyri at broyta viðtøkurnar krevst aðalfundarsamtykt, har í minsta lagi 2/3 av møttu limunum
atkvøða fyri.

§ 14 Avtøka

Fyri at taka sambandið av krevst aðalfundarsamtykt við, at í minsta lagi 3/4 av limum felagsins
eru á fundi og samstundis eisini atkvøða fyri.
Verður sambandið tikið av, velur aðalfundurin ein ella fleiri avtøkustjórar. Eitt møguligt avlop,
aftaná at allir kravánararnir hjá sambandinum hava fingið fulna, skal nýtast til eitthvørt virksemi,
sum hevur samband við endamál sambandsins.